Fyrigeving og frælsi

Hatur og beiskleiki, eru oyðileggjandi og bindir teg til tað farna. Tá ið tú velur at fyrigeva, so verður tú eisini sett í frælsi.

 

Beinta Bergsdóttir og Heidi Karolina Midjord skriva:

Hvat er fyrigeving?

Tað eru fá, sum ikki halda, at Jesu læra um fyrigeving er góð og sonn – óansað um tey lýsa seg sum trúgvandi ella ikki. Hóast hetta, kemur ein løta, har hetta verður trupult. Tað er, tá ið vit av álvara skulu fyrigeva. Summi halda, at fyrigeving er tað sama sum at tiga, og á tann hátt beina pínu og órættvísi burtur. Tað sigur seg sjálvt, at hetta ikki tykist sum ein nøktandi loysn, og Jesus gjørdi tað ongantíð sjálvur.

Nei, fyrigeving er – at, eftir at hava kallað ein spaka fyri ein spaka og eina órættvísa hending fyri eina órættvísa hending – at vilja sleppa ynskinum at hevna og at skaða mótstøðumannin.

Tað kann taka sína tíð, um tað hevur gjørt tær ilt.

Vit hava øll syndað mótvegis Gudi, men Gud fyrigevur alt tað, sum vit hava gjørt ímóti honum og øðrum, tá ið vit biðja hann um fyrigeving. Vit fáa eisini styrki frá Gudi til at fyrigeva teimum, sum hava svikið og gjørt okkum órætt.

Dømi

Øll hava onkursvegna upplivað, at onkur, sum stendur einum nær ella ikki, er komin til, ella hevur gjørt okkurt, sum á ein ella annan máta ávirkar neiliga. Tað er so nógv, sum vit møta í gerandisdegnum, sum ikki hevur so nógv uppá seg, har tað somuleiðis ikki krevur so nógv av okkum at fyrigeva. Lata tað fara. Tað kann til dømis vera, at onkur av óvart kemur undir tín dýrabara vasa, so at hann fer í knús, ella av óvart bakkar á tín bil, ella tað kann eisini vera, at onkur hevur etið bommini hjá tær uttan at spyrja um loyvi fyrst og so framvegis. Tað eru óteljandi støður, har vit á ein ella annan hátt verða roynd. Hvussu ávirkar hetta okkum? Vit eru so sera ymisk, og tí reagera vit eisini ymiskt. Nú vóru dømini omanfyri ikki heilt so ógvuslig, so sárini eftir slíkar hendingar høvdu ikki verið so stór og djúp. Vasin, bilurin og bommini eru materiellir lutir – vit kunnu bæði keypa nýtt ella gera tað aftur, sum er brotið ella skøvað.

LES EISINI  Nei, eg kann tíverri ikki hjálpa tær...

Tað er øðrvísi, tá ið talan er um svik, lygn, baktalan, happing, kynsligan ágang, at føla seg brúktan. Nøkur koma út fyri at missa ein kæran, tað kann vera í einari ferðsluvanlukku, vegna sjúku ella á ein annan hátt. Lívið er nú einaferð soleiðis, at tað er so nógv, sum vit menniskju skulu ígjøgnum. Eingin sleppur 100% snikkaleysur. Øll hava vit okkara stríð.

Avleiðingar og sár

Avleiðingarnar kunnu vera nógvar og sárini djúp eftir slíkar hendingar, og kann tað taka langa tíð at koma fyri seg aftur. Summi sár koma altíð at bløða eitt sindur, men tey allarflestu koma seg, – tíðin lekir nógv sár. Sum vit vita, so plagar ein skorpa at vaksa omaná sárið eftir eina tíð. Til ber at liva við einum sári, tó er tað ofta torført at halda fingrarnar burtur. Tað er so freistandi at pilka skorpuna av, og nýtist mær ikki at nevna, hvat tá hendir.

Nógv fyllast við hatri, fáa hug at hevna, gerast neilig og við tíðini eisini beisk. Hetta kemst av, at tey føla seg til dømis brúktan, hjálparleysan, órættvíst viðfarnan og ikki minst traðkaðan á. Tað er fult og heilt í lagi at hava slíkar kenslur. Tær eru vanligar og sunnar.

Tú skalt minnast til, at tað, sum tú følir, tað følir tú, og tað kann eingin taka frá tær. Men tá tað er sagt, so er tað ikki sunt at dyrka hesar kenslur.

Tú kanst nevniliga læsa teg fastan, so lívið steðgar upp.

LES EISINI  Far tú og ger so við!

Hóast tú hevur upplivað og verið ígjøgnum nógva pínu, so er tað umráðandi, at tú velur at fyrigeva fyri at gerast frælsur frá neiligum bindingum og síggja møguleikar í lívinum. Tað kann vera onkur í familjuni, sum hevur gjørt tær ilt, ein vinur, floksfelagi ella starvsfelagi. Og hevur tú gjørt øðrum ilt, so viðgang tað og bið um fyrigeving. Og her er ikki minni umráðandi tá at fyrigeva sær sjálvum eisini.

Bíblian

Tað stendur fleiri ferðir í Bíbliuni, at vit SKULU fyrigeva, fyri Guds og okkara egnu skyld. Faðirvár er eitt gott dømi. Matteus 6,12: ”… og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara.” Víðari stendur í 14.-15. versi: ”Tí at um tit fyrigeva monnum misgerðir teirra, so skal himmalski faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum; men fyrigeva tit ikki monnum, so skal faðir tykkara ikki heldur fyrigeva misgerðir tykkara.” Hetta sama stendur hjá Markus 11,26 og Lukas 11,4. Í Kolossubrævinum 3,13 áminnir Paulus: ”… at tit umbera hvør annan og fyrigeva hvør øðrum, um einhvør hevur kærumál móti einumhvørjum; eins og Kristus fyrigav tykkum, soleiðis eisini tit!”

Ein spurningur

So er spurningurin:Skal eg fyrigeva, hóast persónurin, sum hevur gjørt mær órætt, ikki biður um fyrigeving? Eg haldi, at vit skulu fyrigeva teimum, sum hava gjørt okkum órætt. Eisini, um tey ikki duga at síggja, at tey hava gjørt nakað skeivt og hava ábyrgdina fyri hesum. Tí fyrigeva vit ikki, so eru vit enn bundin og ófræls.

Bróðir Andreas

Tann kendi bíbliusmuglarin, Bróðir Andreas, helt eina almenna talu í einum kristnum býi í Pakistan, sum tveir mánaðir frammanundan varð oyddur av nøkrum muslimum. Tað vóru fleiri hundrað menniskju tilstaðar, tá ið talan varð hildin, bæði kristin og muslimar. Hermenn vóru eisini tilstaðar, eisini ein pensioneraður yvirdómari frá hægstarætti í Pakistan, sum umboðaði stjórnina.

Bróðir Andreas endaði talu sína við at siga: ”Her í Shantinager bjóða vit í dag teimum muslimum, sum hava gjørt hesa illgerð, okkara fyrigeving.”

Teir muslimsku leiðararnir vóru málleysir. Yvirdómarin bað um avrit av taluni, tí sum hann segði:  ”Eg havi ongantíð hoyrt slíka talu fyrr. Eg vil fegin lesa hana aftur.”

Býurin varð endurreistur við hjálp frá landinum og útlondum, og eingin íbúgvi í býnum er síðani vorðin álopin.

LES EISINI  Nýtt átak í Sandoynni: Næsta vika sett av til góðar gerðir!

Hendan hendingin er sigandi. Jesus leggur grundarsteinin við at bjóða menniskjum at koma til sín við øllum sínum syndum og lovar teimum at fáa hvílu (Matt 11,28), og við tað at hann á krossinum bað Gud fyrigeva teimum, sum krossfestu seg: ”Faðir, fyrigev teimum; tí teir vita ikki, hvat teir gera!” (Luk 23,34). Grundarsteinurin hjá Bróðir Andreas var bíbilskur og fylgdi Jesusi, tá ið hann bjóðaði fyrigeving til teirra, sum høvdu oyðilagt býin.

Vit

Eitt er at kunngera Jesu boð um fyrigeving, annað er sjálvur at fyrigeva, tá ið ein er særdur og  oyðilagdur. Men fyrigeva vit, tá stíga vit í Jesu fótaspor og umboða hann, so hansara boð um fyrigeving stígur fram við kraft.

Tað er sálarliga sunt at sleppa vreiðini og at fyrigeva, men evangeliini og tað kristna lívið snýr seg um nakað meira enn tað: nevniliga kærleika og næstakærleika! Tað er ikki bara sunt fyri okkum sjálv at fyrigeva, men eisini fyri okkara mótstøðumann. Okkara hjørtu skulu vera opin fyri mótstøðumanninum fyri okkara egnu skyld, soleiðis at vit halda vreiðini úti úr sinni okkara. Og um okkara mótstøðumaður vil taka ímóti okkara opinleika og fyrigeving, er hansara søk. Vit kunnu  bara ávirka hann við at bjóða honum fyrigeving, vísa honum góðvild og biðja fyri honum. Tað er eitt Guds undur, um vit gera hetta mótvegis okkara mótstøðumanni, og tað er eitt Guds undur, um okkara mótstøðumaður tekur ímóti fyrigevingini.

“Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa” (Matt 5,7).

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 4/2015

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina