Gamalt gull: Einki er nýtt undir sólini

Eg sat ein dagin og hugdi í gomlum útgávum av Trúboðanum. Ein grein, skrivað undir 2. heimsbardaga, fekk meg at smílast eitt sindur. – So hevði Prædikarin altso rætt, hugsaði eg. Tað var Prædikarin kapittul 1 vers 9, eg kom í tankar um:

Tað, sum hevur verið, tað skal verða, og tað, sum hevur hent, tað skal henda; einki er nýtt undir sólini.

Prædikarin kapittul 1 vers 9

Tí teir búskaparligu avbjóðingarnir, sum vórðu lýstir í greinini, høvdu nakað í felag við teir trupulleikar, vit hava nú:

  1. Ein alheims kreppa
  2. Tað var ikki nóg mikið av pengingi til at løna trúboðarunum

Ta ferðina vendu vit okkum til Føroya Løgting um hjálp. Eins og vit gjørdu í 2020, tá ein heilt onnur alheims kreppa rakti okkum.

Niðast í hesi grein kanst tú lesa um støðuna undir 2. heimsbardaga, sum hon varð lýst í Trúboðanum í 1944.

Men eitt ting hevur tó broytt seg: Undir krígnum manglaði man løn til tríggjar trúboðarar. Takkað verið mongum góðum gevarum mangla vit í dag bert tað, ið svarar til eina løn. Munnu vit ikki klára tað, um vit hjálpa hvør øðrum?

Um lønan av trúboðarum

Tá ið Danmark varð hersett, vóru 3 menn, ið høvdu havt sína løn frá ”Kirkelig Forening for den Indre Mission i Danmark”.
Tað varð roynt at fáa teimum løn sína goldna her frá Føroyum eins og øðrum, ið annaðhvørt høvdu alla ella ein part av løn sína frá statskassanum, men tað forvitnisliga svarið var givið.

Indre Mission í Danmark hevur aldri fingið studning ella søkt um lán frá statskassanum, og tí kann tað heldur ikki játtast nú.

I.M. hevur sostatt altíð bert við frívilligum gávum kunna løna sínum arbeiðarum, og tað er bara gott. Men spurningurin um lønan av trúboðarum varð so lagdur fram fyri Føroya Løgting, sum kom ásamt um at gjalda 2/3 av lønini. Og tað skuldu vera sum lán til ”Kirkelig Forening for den Indre Mission i Danmark”. Men seinri fyri ca. einum ári síðani hevur heiðraða Løgting okkara hækkað lánið til I.M. soleiðis at trúboðararnir fáa fulla løn goldna frá Gjaldstovu Føroya, soleiðis sum lønin var frammanundan, áðrenn kríggið byrjaði.

Umframt tað, ið her er frágreitt, hevur kassameistarin fyri ”Hina kirkjuliga Heimamissiónina”, Valdemar Lützen, Tórshavn, móttikið gávur við tí endamáli at bøta um trúboðara lønina.
Hesum viðvíkjandi er roknskapur fyri árini 1941, 1942, og 1943 framlagdur í hesum blað.

Trúboðin 1944

Vit takka fyri ein og hvørja gávu!

Julia Højgaard umsetti