Gamalt gull: Legurnar í Nesvík frá 1990’unum.

Í ár eru 30 ár síðani fyrstu summarlegurnar vórðu hildnar í Nesvík. Vit hava tí spolað langt aftur í tíðina eftir “Memory Lane” og hava funnið eina røð av áhugaverdum myndum fram.

Vit halda, myndirnar eru frá 90’unum, men tíverri hava vit ikki aðrar upplýsingar um myndirnar enn, at tær eru komnar undan kavi í einum bjálva, merktur “Legur”, og hesin bjálvi var í einum kassa, ið skuldu umfata myndir, tiknar fram til 1998. Vit hava sostatt tørv á onkrum, ið kann hjálpa okkum at dagfesta myndirnar meira neyvt. Vit leggja somuleiðis eisini myndirnar upp á Facebook og vóna, tú kanst siga okkum alt, tú veitst at siga um myndirnar í viðmerkingarteiginum har.

LES EISINI  Fleiri summarlegur næsta ár
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina