Hví eru eingi kristin børn í Norðurkorea?

Lee Joo-Chan, sum nú er í fimtiárunum og prestur í Kina, vaks upp uttan at kenna til ‘loyndarmálið hjá familjuni’.

Lee Joo-Chan (dulnevni) er ein av fleiri túsund norðurkoreanarum, sum vaks upp í eini kristnari familju uttan at vita av tí. Um ein norðurkoreanskur trúgvandi varð avdúkaður, varð viðkomandi og familja hansara – upp til trý ættarlið – sett í fongsul.

Í hesum landinum, sum nú í 17 ár hevur ligið ovast á World Watch-listanum, tora foreldur ikki at siga børnum sínum frá um sína trúgv, og er hetta kanska tann syrgiligasta avleiðingin av ‘átrúnaðarútreinsingini’ í Norðurkorea. Summi foreldur bíða, inntil børnini eru vaksin, og so fáa tey at vita um ‘loyndarmálið hjá familjuni’. Onnur, sum til dømis foreldrini hjá Lee, fáa ongantíð henda møguleikan.

“Eg visti, at foreldur míni vóru øðrvísi. Øll kallaðu tey ‘kommunistisk foreldur’, tí tey tóku sær av teimum sjúku, fátæku og líðandi.

Um kvøldið lósu tey úr eini loyniligari bók, sum eg ikki slapp at lesa úr, men eg hoyrdi tey teska orðini, og eg visti, at hetta var teirra vísdómskelda.

Eg visti eisini, at um eg nakrantíð segði øðrum frá hesum, so fór okkara familja at verða fyribeind”.

LES EISINI  Kina: Størri forfylging, størri vøkstur

Mamma Lee Joo-Chan gjørdist trúgvandi áðrenn seinna heimsbardaga, meðan Korea var eitt sameint land, stýrt av Japan. Tá einaræðisharrin Kim Il-Sung fekk valdið eftir kríggið, byrjaðu forfylgingarnar av kristnum í Norðurkorea, og kirkjur vórðu stongdar.

Mamman avdúkar loyndarmálið

Lee flýddi úr heimlandinum síðst í nítiárunum. Nakað seinni slapp mamma hansara eisini út. Hann sigur soleiðis frá um, tá ið tey hittust:

“Tað var ein sera kensluborin løta, tá vit hittust í Kina.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð kundi mamma mín siga mær frá øllum tí, hon hevði loynt fyri mær í 30 ár.

Hon tók í hondina á mær og leiddi meg til eini tóm hús, ið virkaðu sum kirkja. Har greiddi hon mær frá, hvussu hon gjørdist kristin í 1935, bara níggju ára gomul, og at foreldur hennara eisini vóru kristin. Hon segði frá, hvussu øll hjálptu hvør øðrum undir japansku hersetingini av Korea. Henni longdist eftir hesum tíðum. Hon segði frá, hvussu Jesus kom í henda heim og doyði fyri okkum øll. Hon segði alt tað, eg hevði tørv á at vita um okkara trúgv: At hon hevði átt meg, men at eg í veruleikanum var ‘Guds barn’.”

LES EISINI  Saknaður prestur í Venesuela funnin dripin

Mamma Lee byrjaði at biðja hart. Ja, hon rópti. Hon bað í tríggjar tímar, og hon fleyt í sveitta. “Hon bað fyri mær, fyri Norðurkorea og landsins íbúgvum”, sigur Lee. ”Hon bað og rópti á Harran um at frelsa hennara fólk”.

Øll familjan dripin

Seinni fóru mamma Lee og beiggi hansara, sum eisini var komin til Kina, aftur til Norðurkorea. Tey vistu ikki, at tey vóru lumpað: Tá tey fóru yvirum ánna, vórðu tey álopin av fýra hermonnum. Ein teirra sló mammu Lee við skambyrsuni, og hon doyði á staðnum. Beiggi hansara varð stungin við byrsuknívi og doyði.

Lee sá sjálvur morðini, har hann stóð á áarbakkanum hinumegin ánna.

Hann frætti seinni, at eisini pápi hansara og systkin vóru tikin og myrd.

Ungi maðurin, hvørs mamma hevði biðið so inniliga fyri honum, var førur fyri at flýggja til Suðurkorea, og hevur nú møguleika til at gera eftir ynskinum hjá mammuni, við tað at hann er vorðin prestur og ein sannur Jesu eftirfylgjari.

LES EISINI  Meira enn 300 kristin dripin í Nigeria síðani februar

Í eini seinni grein verður greitt nærri frá, hví kristnir norðurkoreanar ikki siga børnum sínum frá um trúgv sína.

 

Kelda: Open Doors

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina