Hvørjum renna vit eftir? Skráin fyri stórmøtini 2019 er klár

Um vikuskiftið 25.-27. oktober verður høllin á Hálsi í Havn karmur um eina røð av fjølbroyttum tiltøkum, sum Kirkjuliga Heimamissiónin skipar fyri. Heitið fyri alt tiltakið verður “Steðga á”.

Trý tiltøk fríggjakvøldið

Lagt verður fyri fríggjakvøldið klokkan 19.30 við stórmøti í høllini. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar um evnið: “Hvørjum renni eg eftir?” Orkestrið T.O.S. syngur og spælir.

Samstundis verður eitt stórt juniortiltak fyri børn í skúlaaldri. Fyri børn undir skúlaaldur er barnaansing í øðrum hølum í høllini.

Eftir ein drekkamunn verður ungdómsløta í høllini, har Símun P. Jacobsen talar.

Nógv á skránni leygardagin

Stórmøtini halda fram seinnapartin leygardagin. Klokkan 13 hevur Bergur Debes Joensen ein áhugatíma um “tekin um endatíðina”.

Klokkan 19.30 verður aftur stórmøti í høllini, har Kristian Martin Petersen talar um evnið “Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan”. Sangbólkurin Tabitha syngur. Barnaansingin leygarkvøldið verður í høllini hjá Fimi.

Undir drekkamunninum eftir møtið verður sokallað Expo. Tað er ein løta, har arbeiðsgreinar hjá Heimamissiónini og aðrir felagsskapir sýna fram og greiða frá sínum arbeiði.

LES EISINI  Felagsskapur og einsemi

Klokkan 22 verður ungdómsløta, har Ovi Brim talar.

Tvey stór kór sunnudagin

Síðsti dagurin á stórmøtunum er sunnudagurin. Tá verða gudstænastur í kirkjunum í økinum klokkan 11.

Klokkan 15 verður stórt tiltak fyri alla familjuna – Simbahitt. Ann Mari E. Kjølbro hevur eitt orð, og kórið frá Sangfagnaðinum syngur.

Síðani verða øll boðin til nátturða, áðrenn síðsta møtið verður klokkan 18. Tá talar Alfred Petersen um evnið “Mín frið gevi eg tykkum”, og gospelkórið Vox syngur. Á hesum møti luttekur teknmálstulkur. Barnaansing verður fyri børn undir skúlaaldri, og filmur verður vístur.

Nógv gjørt burturúr

Stórmøtini eru saman við summarlegunum størsta afturvendandi tiltak hjá Heimamissiónini, og sera nógv verður gjørt burturúr at skipa fyri eini fjølbroyttari og viðkomandi stevnu. Øll møtini verða stroymað, bæði her á Trúboðanum og á facebook-vanganum hjá Heimamissiónini. Iktus tekur nøkur møti upp, eins og Lindin sendir møtini. Sunnukvøldsmøtið tekur Kringvarpið upp.

Øll høvuðsmøtini verða eisini týdd til enskt. Fólk, ið ynskja enska týðing, kunnu læna eitt headsett til endamálið við dyrnar.

LES EISINI  Stórmøtini 2019: Nógv á skránni fyri børn og juniorar

Eisini verður stór bókasøla eftir hvørt møti, eins og høvi verður til eina persónliga samtalu, har tey eisini kunnu biðja fyri einum.

Hava brúk fyri at steðga á

Endamálið við stórmøtunum er at boða ein einfaldan evangeliskan boðskap til trúgv á Jesus. Andrias Magnussen, aðalskrivari, sigur, at evnið í ár er valt, tí vit nútíðarmenniskju renna sera skjótt; alt gongur við rúkandi ferð rundanum okkum og í okkara egna lívi. Tí hava vit brúk fyri at steðga á viðhvørt, og líkasum seta okkum við meistarans føtur, eins og Maria gjørdi. Tað er eisini tað, sum liggur í teimum trimum evnunum, sum talararnir hava fingið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina