Minnist tú? – Sangskeiðið 1991
Í kjallaranum í Leguhúsinum í Nesvík hava vit funnið nøkur gomul kasettubond. Á einum av bondunum eru upptøkur frá Sangskeiðnum í Klaksvík í 1991.
Upptøkurnar eru nú fluttar yvir á teldu, soleiðis at tær kunnu verða varðveittar í eini framtíð, har fólk ikki hava bandavspælarar. Niðanfyri ber til at lurta eftir allari upptøkuni.
Um tú hevur eina søgur ella eina mynd frá Sangskeiðnum 1991, so vilja vit fegin frætta frá tær. Tú kanst skriva søguna í teigin til viðmerkingar á facebook, ella senda okkum ein teldupost á trubodin@mission.fo
