Missiónshúsið Karmel á Eiði 85 ár: Sjómansmøti og føðingardagur leygarkvøldið

Leygardagin 23. november verður eitt spennandi og øðrvísi kvøld í missiónshúsinum Karmel á Eiði. Høvið er, at 85 ár eru liðin, síðani húsið varð vígt og tikið í nýtslu. Tað hendi 21. november í 1934.

Klokkan 18 verður sjómansmøti, har Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar og greiðir frá arbeiðinum við orðum, myndum og filmi.

Aftaná verður ein góður biti at fáa í kjallaranum.

Síðani greiðir Jonhard Jógvansson, prestur, frá Karmel og arbeiðnum í og út frá húsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hetta 85 ára føðingardagshaldið!

LES EISINI  Hóast høgan aldur, so elskar hann at sigla
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina