Nýggj sámisk bíbliutýðing góðkend

Ein nýggj týðing av Bíbliuni til norðursámiskt er góðkend av stýrinum í Norska bíbliufelagnum. – Hetta er ein varði á vegnum, sigur leiðarin fyri Sámiska kirkjuráðið.

2019 er kosið at vera árið fyri málunum hjá upprunafólkunum, og tað er ætlandi eisini árið, tá nýggja norðursámiska bíbliutýðingin verður útgivin. Hon verður løgd fram í Kautokeino í august og kemur ístaðin fyri ein meira enn 120 ára gamlan bíbliutekst, sum liggur langt frá málnýtsluni hjá norðursámum nú á døgum.

– Tað er fyrstu ferð, at øll Bíblian kemur á tí skriftmálinum, sum verður nýtt í dag. Tað er sjálvandi ein varði á vegnum, at øll Bíblian nú verður útgivin á norðursámiskum, so at øll, ið duga sámiskt, kunnu lesa Bíbliuna, sigur Sara Ellen Anne Eira, leiðari fyri Sámiska kirkjuráðið, við Kristelig Pressekontor.

Eisini nýggi aðalskrivarin í bíbliufelagnum, Paul Erik Wirgenes, lýsir tað sum ein varða á vegnum, at týðingin varð góðkend fyrst í desember.

LES EISINI  At lesa í Bíbliuni saman við børnum

– Tað er ein varði á vegnum, at vit endiliga hava ein góðkendan tekst til ta nýggju norðursámisku Bíbliuna. Hetta er allarhelst tann størsta norðursámiska málverkætlanin í meira enn eina øld, og vit vóna, at nýggja Bíblian eggjar til nýggja fatan av og ídni fyri Orðinum, sigur hann í tíðindaskrivi.

Nýggja norðursámiska Bíblian er ein verkætlan, sum bíbliufeløgini í Noregi, Svøríki og Finnlandi samstarva um. Tveir týðingarbólkar í Noregi og ein í Finnlandi hava gjørt arbeiðið, og ein long røð av starvsfólkum hava verið við sum týðarar, svargevar og málfrøðingar. Arbeiðið byrjaði í 1989, og ein royndarútgáva av Nýggja testamenti kom út í 1998.

Norðursámiskt er eitt av teimum trimum almennu sámisku málunum í Noregi, við síðuna av lulesámiskum og suðursámiskum. Umleið 90 prosent av teimum, ið tosa sámiskt, tosa norðursámiskt sambært Store norske leksikon. Í Noregi verður tað í høvuðsheitum talað í Finnmark og Troms fylkjum, eins og í tveimum kommunum í Nordland fylki.

LES EISINI  Bíblia 2020 - nýtt heimsumfevnandi átak

 

Kelda: KPK

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina