Stórmøtini 2019: Nógv á skránni fyri børn og juniorar
Á stórmøtunum í høllini á Hálsi í Havn 25.-27. oktober er eisini nógv á skránni fyri tey smáu og tey eitt sindur stóru.
Allir aldursbólkar byrja saman hvørt kvøld
Hvørt kvøld eru stórmøtini – fríggjakvøldið og leygarkvøldið klokkan 19.30 og sunnukvøldið klokkan 18.00. Felags fyri øll tiltøkini er, at børnini møta í høllini á Hálsi, áðrenn tiltøkini fyri teirra aldursbólk byrja.
Fríggjakvøldið
Fríggjakvøldið byrjar stórmøtið klokkan 19.30, og eina løtu seinni kunnu børn undir skúlaaldur fara til barnaansing í kaféini í høllini. Samstundis byrjar eitt “juniortiltak” fyri børn í 1.-7. flokki. Har verður andakt, drama og ymiskt annað spennandi.
Leygarkvøldið
Eisini leygarkvøldið byrjar stórmøtið klokkan 19.30. Eftir felags byrjan í høllini, kunnu børn undir skúlaaldur aftur fara til barnaansing í kaféini. Tá kunnu børn í 1.-7. flokki fara yvir í høllini hjá Fimi at spæla.
Sunnudagin og -kvøldið
Seinasta dagin á stórmøtunum er eisini mest á skránni fyri børnini.
Klokkan 15 verður Simbahitt í høllini. Tað er eitt tiltaki fyri alla familjuna. Kórini frá Sangfagnaðinum, ið verður í Leguhúsinum í Nesvík nú í heystfrítíðini (18.-20. oktober), syngja, og Ann Mari E. Kjølbro hevur eitt orð.
Eftir Simbahittið verða øll boðin til nátturða í høllini.
Klokkan 18 byrjar síðsta møtið á stórmøtunum, og tá byrja allir aldursbólkar aftur saman. Síðani kunnu børnini undir skúlaaldur fara til barnaansing í kaféini. Børnini í skúlaaldri kunnu tá fara til filmssýning í kjallaranum (filmurin er ikki egnaður til børn undir skúlaaldur).
Samlaða skráin fyri øll stórmøtini sæst við at trýsta her.
Niðanfyri er skráin fyri børn og juniorar.