Sunnudagsskúlin á Oyrasundskollegiinum hevur 27 ár á baki og er still going strong
Hvønn sunnumorgun klokkan 11 hittast eini 30-50 børn og vaksin í ”barnarúminum” á Oyrasundskollegiinum í Keypmannahavn. Børnini eru í aldrinum 0-5 ára gomul.
Sum oftast koma børnini í sunnudagsskúla við foreldrunum, men ommur og abbar í Føroyum, sum eru á vitjan í Danmark, eru eisini røsk at koma við.
Vit syngja saman og hoyra eina bíbliusøgu, sum hóskar seg til smáu børnini. Yndissangurin hjá okkum er uttan iva ”Djúp og breið”, men eisini aðrir sum til dømis ”Pætur út á vatnið gekk” og ”Mín Gud er so stórur” eru høgt í metum. At enda biðja vit Faðir vár og syngja ”Eg eri Jesu lítla lamb”.
Eftir sunnudagsskúlan er altíð kaka, sum familjurnar skiftast um at hava við. Børnini hugna sær við teimum nógvu leikunum, sum eru í barnarúminum, meðan foreldrini práta um leyst og fast.
Flest øll, sum koma í sunnudagsskúla við børnum sínum, eru lesandi. Nógv flyta heim eftir loknan lesnað, og tí er útskiftingin í sunnudagsskúlanum stór.
Tað vóru ung foreldur í føroyska arbeiðnum í Eliaskirkjuni, sum stovnaðu sunnudagsskúlan, sum nú í heyst hevur 27 ár á baki. Tí munnu vera nógv børn og eisini vaksin í Føroyum í dag, sum minnast aftur á sunnumorgnarnar (fyrr sunnudagarnar) við føroyskum sangi og bíbliusøgu við gleði.