Óttast ikki!

Andakt til tey gomlu 34

Orðið, óttast ikki, kemur sera ofta fyri í Bíbliu okkara. “Óttast ikki, Ábraham, eg eri skjøldur tín og verja”, sigur Gud: “Óttast ikki, eg endurloysi teg, eg nevni teg við navni”, sigur Gud gjøgnum profetin til sítt mótfalna útlagna fólk. “Óttast ikki, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið”, segði eingilin við hirðarnar, jólanátt. 

Gud veit, hvat tær bagir. Okkara óeydna, er, at vit ferðast um og bera ótta í sál og í sinni. Í barnaárunum var tað myrkrið, okkum ikki dámdu. Myrku krókarnir hýsti onkrum óhugnaligum. Nú standa vit framman fyri einum ikki framkomandi myrkri, ið ræðir: hvat framtíðin fer at bera? Ja, sjálvt vit, sum vita, at okkum bíðar okkurt, sum okkum ikki líkar, og tí liggur óttin og lúrir. Kanska óttin fyri einari heilabløðing; kanska einum pínufullum deyða. Minnist, ein eldri mann, eg kendi. Hann gjørdi av við seg sjálvan, tí hann hevði fingið at vita, at hann hevði fingið krabbamein. Eisini minnist eg ein bónda. Hann dugdi at síggja, at hann og konan ikki fóru at liva av tí, tey høvdu spart saman. Ótti, og aftur ótti, valdar heiminum. Stórveldini óttast tí, tey sjálvi hava megnað at skapað: atombumbuna t.d. Ótti er ein fylgja av, at Gud er vorðin burtur í øllum. 

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 36

So statt: siga vit, “vit trúgva!” Hava smakkað Guds greiðu orð og komandi heimsins kreftir”. Tá ið vit eins og steðga á og gerast bangin, tá er vandi á ferð; tá eru vit komin burtur frá Gudi. 

Hvat er tá til ráða at taka? Eg kenni bara eitt; skommina av at vera bangin sum ein hundur fyri menniskjum. Bangin fyri, hvat hesi ætla og bangin fyri tí ónda. 

Tá lýsnar aftur, tí eg hugsi um hann, sum ikki skammaðist at kalla okkum brøður. Hann leið til fulnar alt fyri okkum av sorg, neyð og pínu. 

“Ver tú mær hjá, nú sólin fór um sýn, og dagur aftnar, kæri Harri mín! Tá onnur hjálp og uggan fellur frá, hjálp teirra hjálparleysu, ver mær hjá!” Slb. 512,1 

****

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina