Fimm kristnar orðingar, sum burdu verði beindar av vegnum

Amerikanski presturin, John Piper, hevur einaferð sagt “Bøkur broyta ikki fólk.” “Reglubrot broyta fólk, og onkuntíð setningar.”

Ein góður setningur er ein gáva. Okkum dámar so væl, tá ið samansettir sannleikar eru settir upp í stuttar, greiðar setningar. Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at Charles Spurgeon og C.S. Lewis verða so nógv endurgivnir. Sjálvt Gudi dámar stuttar setningar, í øllum førum nóg mikið til at fylla eina heila bók í Bíbliuni við teimum (Orðtøk Sálomons).

Men væl orðaðir, stuttir setningar eru ikki altíð góðir. Vit hava trongd til at gera sannleikan einfaldan. Hetta kann onkuntíð hava við sær, at vit gera okkum inn á sannleikan og káma hann. At myrkja fyri sannleikanum er tað sama sum at lúgva.

Her eru fimm vælumtóktar kristnar orðingar, sum ikki eru bíbilskar, og tí burdu verið jarðaðar.

Skrivað hevur Matt Smethurst. Matt er redaktørur á The Gospel Coalition, og hevur skrivað fleiri bøkur.
Andrias Magnussen umsetti

1. “Tá ið Gud letur eina hurð aftur, so letur hann eitt vindeyga upp.” (When God closes a door, he opens a window.)

Eg gleðist um tankan, sum liggur aftanfyri hesa útsøgn. Tað er satt, at Gud er mentur at gera tað, sum hann vil (Jer 32,27), at han onkuntíð broytir okkara kós (Orðt 16,9) og at hann ongantíð fer frá sínum (Hebr. 13,5).

Men, um Gud letur eina hurð í tínum lívi aftur, so er tað ikki vist, at hann letur eitt vindeyga upp. Tað kann vera, at hann ikki letur nakað upp. Tað er væl hugsandi, at hann vil læra teg, at tú ikki ert ávegis rættan veg.

Í Bíbliuni finna vit nógv dømi um, hvussu Heilagur Andi letur hurðar, vindeygu og allar aðrar inngongdir aftur, fyri at forða fólki at fara skeivan veg (t.d Orðt 16,9; 19,21; Áps 16,6-7).

Eg hoyrdi einaferð ein lýsa “kall” sum eina samanrenning ímillum fýsni, evni og møguleika. Um tær dámar tað, so kanst tú gera tað, og er hurðin so opin? Nakrar fáar ferðir kann tað koma fyri, at hóast hurðin er afturlatin, so ætlar Gud, at tú skalt bróta hurðina inn. Trúboðarin og pínslavátturin Jim Elliott hevur einaferð sagt, at nógv fólk sita bara og bíða eftir einum kalli. Tað, sum tey veruliga hava brúk fyri, er eitt spark í afturpartin.

Men, hvat um Gud hevur eina heilt aðra ætlan við tær? Hvat um hann ikki ætlar, at tú skalt flyta til tann ávísa býin, byrja í ávísa starvinum ella at tú fert inn í eitt parlag, um tað so er ígjøgnum eina hurð ella eitt vindeyga?

LES EISINI  Boðannarorð

Tað kann væl vera, at hann vil hava teg at endurskoða tína ætlan í ljósinum av fýsni, evnum og møguleikum – tínum innaru ynskjum, tínum evnum, sum onnur hava váttað, og tínum veruligu møguleikum.

2. “Tú ert ongantíð so tryggur, sum tá ið tú ert í Guds ætlan.” (You’re never more safe than when you’re in God’s will.)

Um talan her er um ein ævigan tryggleika ella “at tú ert á røttum staði”, so er hendan orðingin góð og sonn. Men, eg hoyri oftast orðingina nýtta í samband við likamligan tryggleika.

Tá ið eg, fyri fleiri árum síðani, fyrireikaði meg at verða sendur út sum trúboðari í einum afturlatnum landi, komu fleiri trúgvandi fólk til mín, í bestu meining, og vissaðu meg um, at av tí at Gud hevði kallað meg, so fór hann eisini at verja meg ímóti skaði og meini.

Hesum er Jesus ikki samdur í:

Men tit skulu verða sviknir eisini av foreldrum og brøðrum og frændum og vinum, og summum av tykkum skulu tey veita bana; og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns sakir. Men ikki skal tó hár á høvdi tykkara skalast. (Luk 21,16-18)

Summum av tykkum skulu tey veita bana (drepa), men tit skulu vera púra tryggir. Ha?

Hesi lyftini kunnu ljóða sum mótsagnir, men soleiðis er ikki. Vit vita við nærum fullari vissu, at Justin Martyr (100-165 e.Kr.), sum var pínslavátti, grundaði yvir hesi vers, tá ið ið hann segði: “Tey kunnu drepa okkum, men tey kunnu ikki skaða okkum.”

Hesi orðini dámar mær sera væl. Tað er bara ein kristin, sum kundi sagt nakað so svakt.

Gud hevur givið okkum nógv góð lyfti, men likamliga trygd hava vit ikki fingið lovað. Truplar og torførar lívsumstøður eru vanligar í einum falnum heimi. At leingjast eftir Gudi og vilja koma honum nærri kann enntá leiða teg út í uppaftur størri likamligan vanda. Men tú verður andaliga livandi og æviga tryggur.

3. “Slepp endanum og lova Gudi framat” (Let go and let God.)

Í besta føri lýsir hendan orðingin virðið í at yvirgeva seg. Gud er Gud, og tað ert tú ikki, so gev honum títt ummæli, tínar umberingar og tín ótta.

LES EISINI  HANN LIVIR… (ella ger hann?)

Orðingin verður tó alt ov ofta nýtt soleiðis, at vit kundu spurt, um teknið hjá kristindóminum er ein sofa heldur enn ein krossur. Orðingin verður snildisliga brúkt til at dempa stremban, arbeiði og stríð.

Orðingin “slepp endanum og lova Gudi framat” kann bert brúkast í samband við rættvísgerarløtuna, sum var einaferð fyri allar. Tíverri verður orðingin ofta brúkt í samband við rættvísgerðingina, sum jú er nakað, sum vit skulu vaksa í hvønn dag.

Kristna lívið er hart og stríggið. Tá ið Paulus tosar um kristna lívið, so hugsar hann ikki um sólsetur og blund, men um hermenn, ítróttarfólk og bøndur. (2. Tim 2, 3-6). Hann hugsar um rennibreytir og boksi ringar (1. Kor 9, 24-27).

Vit eru kallaði at gera tað, sum Gud longu hevur gjørt í okkum, ikki fyri at verða frelst, men tí at vit eru frelst (Fil 2,12-13). Hendan samansetingin av hvílu og árvakni (Matt 11,28-30; 16,24) – tað sum puritanararnir kallaðu “heilagur sveitti” – er kjarnin í kristnu lívsroyndini.

Sum J. I. Packer (kanadiskur prestur og gudfrøðingur) einaferð segði, “Slagorðið hjá teimum kristnu átti ikki at verið “slepp endanum og lova Gudi framat” (Let go and let God), men heldur “hav álit á Gudi og far síðani til verka”(Trust God and get going).

4. “Gud leggur ikki meira á teg, enn tú megnar at bera” (God will not give you more than you can handle.)

Vit liva í eini mentan sum sigur okkum, at vit kunnu blíva júst tað, sum vit hava hug til. Inn í hesa mentan skal slagorðið “Gud leggur ikki meira á teg, enn tú megnar at bera” vera við til at vissa okkum um, at tað skal nokk ganga, og at lívið ikki verður ov trupult. Mótgongd og trupulleikar fara at møta okkum, men Gud kennir míni mørk, og hann fer ikki at leggja meira á meg, enn eg megni at bera.

Hóast okkara kroppur og okkara evni fána, so er trúgvin, tá ið ræður um deyðan, tann sama. Gud gevur okkum serliga styrki í løtuni, tá ið vit skulu doyggja…Tá ið tíðin kemur, tá ið hann tekur lívsandan frá tær, so ivist eg onga løtu í, at hann fer at yvirmanna allan ótta, teppa allar fíggindar og geva tær náði til at doyggja í friði. Tær nýtist ikki at óttast deyðan, tí við sínum deyða hevur Jesus avvápnað deyðans brodd, hann hevur salvað grøvina, og opnað Himmalsins portur fyri teimum, sum trúgva á hann.

Gleðiboðskapurin er ikki, at Gud ikki vil leggja meira á teg, enn tú megnar at bera. Nei, gleðiboðskapurin er, at Gud leggur ikki meira á teg, enn hann megnar at bera.

5. “Gud hjálpir teimum, sum taka sær av sær sjálvum” (God helps those who help themselves)

Tað eru nógv fólk sum halda, at hendan orðingin upprunaliga er eitt bíbliuvers. Bestu tíðindi, sum tú fert at lesa í dag eru, at hendan útsøgnin ikki stendur í Bíbliuni, men at tað var Benjamin Franklin (ein av grundlógarfedrunum í USA), sum segði hesi orð.

Um Gud einans hjálpir teimum, sum taka sær av sær sjálvum, so er úti vð okkum. Men, Jesus kom ikki til tey, sum vóru rættvís, men til syndarar (Matt 9,12-13; Luk 19,10). Hann kom at frelsa okkum.

Hendan orðingin kann væl vera ein góð lýsing av øðrum átrúnaðum, men ikki av kristindóminum. Í kristindóminum er tað soleiðis, sum Charles Spurgeon einaferð orðaði tað: “Gud hjálpir teimum, sum ikki megna at taka sær av sær sjálvum.” Ja, hann hjálpir teimum, sum eyðmýkja seg sjálvi, sum venda um og seta alt sítt álit á Jesus.

Kærleiki er at elska

Hóast tankin handan hesar fimm orðingarnar óivað er góður, so nytta orðingarnar einki, tí tær eru ikki bíbilskar.

Tá ið vit tosa, sum Bíblian tosar, so ræður tað ikki einans um sannleika, men eisini um kærleika. Guds orð eru ikki bara sonn, men tey eru góð tíðindi fyri allan heimin. Gævi at vit elska okkara næsta við at bera honum sannleikan, og at vit gera tað í kærleika. Tí kærleikin gleðist saman við sannleikanum (1. Kor 13,6)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina