Skapandi jólahugskot
Undanfarin ár hava vit á Trúboðanum havt nøkur hugskot til jólaprýði, sum tú kanst gera heima við hús.
Her er eitt lítið yvirlit yvir tey skapandi hugskotini, sum vit vóna bæði kunnu skapa hugna og samveru um sanna boðskapin á jólum.
Jesus á jólatrænum
Kært barn har mange navne. Soleiðis verður oftað sagt, og Jesus er einki undantak. Í hesum hugskotinum vístu vit nakrar møguleikar at lýsa ymiskar síður av Jesusi, við at seta nøkur av nógvu nøvnum hansara á jólatræið.
Tey hvítu symbolini
Í fjør vístu vit á tey sokallaðu Chrismon, sum eru hvít og gullfarvaði Kristus-symbol. Pyntið er upprunaliga ætlað at hanga á jólatrænum, men kann eisini verða brúka aðrastaðni
Eingi jól uttan einglar
Líka síðani einglarnir søgdu hirðunum um lítla Jesusbarnið, hava teir verið ein fastur táttur á jólum eins og smørið í rísingreytinum. Her eru tvey ymisk hugskot til tykkara: