STEÐGA!

Annika Osvaldsdóttir Sørensen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Sova í átta tímar, røra meg í minst hálvan tíma, umframt gjarna venja harðari umleið 2-3 ferðir um vikuna, eta tríggjar máltíðir umframt tríggjar millummáltíðir um dagin, arbeiða 8 tímar, keypa inn – gjarna vistfrøðiligt, heinta børnini, gera døgurða – helst okkurt avancerað, sum skal gerast frá grundini og tekur langa tíð, vaska upp, rudda av, gera børnini klár at fara í song, leggja tey o.s.fr. Nøkunlunda soleiðis sær gerandisdagurin út hjá mongum og nógv eru krøvini, ið verða stillað. Men hvat var ikki í hesi uppramsingini? Guð. Tað er torført at finna ella geva sær tíð til at røkta sambandið við Guð. Eisini hjá mær. Samfelagið koyrir í tí rúkandi ferð, og tímarnir, dagarnir, ja mánaðirnir flúgva avstað. Fólk gerast alt meiri strongd, og fleiri og fleiri siga seg uppliva, at tað eru ikki nóg nógvir tímar í døgninum, dagar í vikuni og vikur í mánaðinum. Vit hava ikki tíð at steðga á – ella hava vit?

Í hesum skjóttgangandi og skundmiklu tíðum kann kristna trúgvin, virðini og friðurin meiri enn nakrantíð koma okkum til góðar. Alt bendir á, at vit menniskju hava tørv á einum steðgi í øllum tí dagliga resinum – og tað er ikki bara enn ein plikt, sum vit skulu fáa frá hondini – enn eitt krav millum øll tey omanfyrinevndu. At steðga á og vera still, vísir seg at vera sunt og gott fyri okkum, fyri okkara sálarligu heilsu, sum eisini hongur óloysiliga saman við tí kropsligu heilsuni. Tað er ikki fyri Guðs sakir, at vit skulu røkta okkara samband við Guð, men tað eru vit, sum fáa fyrimunirnir av tí og vit, sum kunnu njóta gott av tí. At hava eitt persónligt forhold við heimsins skapara, sum elskar teg, meg og allan heimin so ómetaliga nógv, at hann vildi frelsa okkum og eisini ynskir dagligt samband við okkum, er ikki at forsmáa. Jóh. 14,27 sigur: Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Vit kunnu finna frið í heiminum, men Jesus gevur okkum ein djypri frið, sum heimurin ikki kann geva okkum. Eisini sigur Jesus um hvíludagin, at hvíludagurin var til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri hvíludagsins skuld (Mark. 2,27). Altso eru tað vit, ið hava tørv á hvíludegnum, friðinum og at steðga á.

Tíðarskeið eru ymisk, og onkuntíð hava vit bara meira um oyruni enn aðrar tíðir, og tá er gott at vita, at Guð er hin sami, og at hann altíð stendur við opnum ørmum og tekur ímóti okkum, tá ið vit so hava tíð ella geva okkum tíð til at møtast við honum gjøgnum bíbliulesna, bøn o.a. Tað er eisini týdningarmikið, at vit læra okkum at hvíla í friðinum, sum Jesus gevur okkum – kanska serliga, tá vit hava nógv at gera.

Minnist tú til at vera still/ur fyri Guði – hvílir tú í Jesusi?