Til Havnar vit fara

So upprann dagurin, tá Stórmøtini 2019 byrja. Ein stór og fjølbroytt skrá fyri allar aldursbólkar er fyri stevnuna, sum verður hildin í høllini á Hálsi í Havn um vikuskiftið. Okkurt av tiltøkunum verður í meinigheitshúsinum og okkurt í Fimi. Høllin er um at vera klár at taka ímóti teimum mongu, sum væntandi ætla sær at vera við. Øll tey stóru tiltøkini verða stroymað beinleiðis her á Trúboðanum.

Heitið á stórmøtunum í ár er “Steðga á”.

Fríggjadagur 25. oktober

Kl. 19.30 Stórmøti

Torleif Johannesen talar: “Hvørjum renni eg eftir?”

T.O.S. framførir

Juniortiltak fyri børn í skúlaaldri (vit byrja saman í høllini)

Barnaansing fyri børn undir skúlaaldur í kaféini

Høvi verður at lata ein gávu til Heimamissiónsungdóm

English Translation. Receivers and headsets are available.

Forbøn og samtala

Drekkamunnur verður aftaná

Bókaborð

 

Kl. 22.00 Ungdómsløta

Símun P. Jacobsen talar

Lovsangsløta

Tummas Eivind J. Hansen syngur

English Translation. Receivers and headsets are available.

LES EISINI  Sunnudagin gongur talvan fyri arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

 

Leygardagur 26. oktober

Kl. 13.00 Áhugatími í Meinigheitshúsinum: “Tekin um endatíðina”

v/ Bergi D. Joensen

 

Kl. 19.30 Stórmøti

Kristian Martin Petersen talar: “Men tá teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan”

Bólkurin Tabitha syngur

Barnaansing fyri børn í skúlaaldri í høllini hjá Fimi (vit byrja saman í høllini á Hálsi)

Barnaansing fyri børn undir skúlaaldur í kaféini

Høvi verður at lata eina gávu til Leguhúsið í Nesvík

English Translation. Receivers and headsets are available.

Forbøn og samtala

 

Expo (arbeiðsgreinar hjá Heimamissiónini og aðrir felagsskapir sýna fram)

Drekkamunnur

Bókaborð

 

Kl. 22.00 Ungdómsløta

Ovi Brim talar

Lovsangsløta

English Translation. Receivers and headsets are available.

 

Sunnudagur 27. oktober

Kl. 11.00 Gudstænastur í økinum

 

Kl. 15.00 Simbahitt

Ann Mari E. Kjølbro hevur eitt orð

Kórið frá Sangfagnaðinum syngur

Klovnurin Bubu vitjar

Høvi verður at lata eina gávu til SIMBA

Nátturði verður aftaná

 

Kl. 18.00 Stórmøti

Alfred Petersen talar: “Mín frið gevi eg tykkum”

Gospelkórið Vox syngur

LES EISINI  Prísa sál mín, himladrotti

Filmssýning fyri børn í skúlaaldri (vit byrja saman í høllini)

Barnaansing fyri børn undir skúlaaldur í kaféini

Teknmálstulkur

Høvi verður at lata eina gávu til Heimamissiónina

English Translation. Receivers and headsets are available.

Forbøn og samtala

Bókaborð

 

Annað:

Øll møtini verða stroymað her á trubodin.fo

Iktus og Lindin taka upp og senda

Kringvarpið tekur upp sunnukvøldið

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina