Kristin evangelistur dripin í Turkalandi

Fyrradagin varð ein koreanskur evangelistur stungin av einum álopsmanni á gøtuni í býnum Diyarbakir í landsynningspartinum av Turkalandi. Hann doyði seinni av løstunum.

19. november varð koreanski evangelisturin Jinwook Kim stungin niður í turkiska býnum Diyarbakir. Hann varð førdur á sjúkrahús, men doyði seinni av løstunum. Jinwook Kim var 41 ára gamal. Løgreglan hevur handtikið ein 16 ára gamlan mann, ið er undir illgruna fyri drápið, og málið verður kannað. Hesum boðar tvørkirkjuligi felagsskapurin International Christian Concern, ið arbeiðir fyri rættindum hjá kristnum og øðrum átrúnaðarligum minnilutum, frá.

Kim kom til Diyarbakir saman við familju síni fyrr í ár og var prestur fyri ein lítlan felagsskap av kristnum. Álopsmaðurin stakk Kim tríggjar ferðir, tvær ferðir í hjartað og eina ferð í bakið. Embætisfólk siga tó, at álopsmaðurin royndi at stjala fartelefonina hjá Kim. Trúgvandi á staðnum heita inniliga á myndugleikarnar um at kanna málið sum morð, heldur enn eina roynd at stjala pening.

LES EISINI  Leiðarin fyri bumbaða kirkju á Sri Lanka fyrigevur álopsmonnunum

Kim var giftur og átti eitt barn, og fyrsta dagin skal kona hansara væntandi eiga aftur. Í dag fer Kim til gravar. Hann hevur búð í Turkalandi í fimm ár.

Økt trýst á kristin

Kim er tann fyrsti kristni, ið verður dripin í Turkalandi síðani 2007. Tá vórðu tríggir kristnir menn dripnir á bókaforlagnum Zirve Publishing House, har teir arbeiddu, í býnum Malatya, einar 200 kilometrar vestanfyri Diyarbakir. Kristin í Turkalandi boða frá øktum ónáðum, hóttanum og øðrum ikki-harðligum hendingum seinastu trý árini.

– Hetta var ikki einans eitt rán; teir ætlaðu at drepa hann, legði ein turkiskur evangelistur afturat. Hann varð sjálvur hóttur eftir lívinum í gjár, dagin eftir hendingina. – Vit fáa altíð hóttanir. Ein bróðir profeteraði fyri fáum døgum síðani, at stjórnin fer at tveita hesi fremmandu út og helst eisini at drepa nøkur turkisk kristin. Tey fara at elva til ruðuleika. Tey vita, at eg royni at breiða gleðiboðskapin út, so tey kunnu eisini koma eftir mær. Hetta kann vera eitt tekin, segði hann.

LES EISINI  Síðsta kæra frá deyðadømdari konu viðgjørd í hægsta rætti í dag

Claire Evans, leiðari fyri International Christian Concern í økinum, sigur, at sorgin millum turkisk kristin er sterk, saman við stórum skelki og ótta.

– Tað er ikki vanligt at doyggja fyri sína trúgv í Turkalandi, og henda hendingin vísir tíverri, hvussu nógv landið er broytt. Bara í ár hava vit sæð ein týðandi vøkstur í hendingum, sum vísa, at umhvørvið er vorðið meira fíggindaliga sinnað mótvegis kristnu trúnni. Vit hava djúpastu samkenslu við familjuni og biðja um Guds frið fyri tey í hesi truplu tíð. Samstundis heita vit inniliga á myndugleikarnar um at vísa átrúnaðarligt tolsemi í verki og at kanna hesa hendingina reiðiliga og eftir lógini, sigur hon.

 

Les eisini:

Ringt at skilja Gud í hesum

Turkaland: Andrew Brunson leyslatin

Prestur kendi seg vónbrotnan í turkiskum fongsli

“Guds gísli” skrivar bók um trúarkreppu sína

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina