Eingin fer væl av, at annar fer illa
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Onkur av mínum børnum hevur onkuntíð skemtiliga sagt soleiðis, tá vit eru farin uttanlands: ”Eg vóni, tað verður rotið veður í Føroyum, meðan vit eru burtur. So nýtur man feriuna meira, tí man veit, at tey hava verri veður enn vit!” Hóast tað er eitt sindur óreint at siga soleiðis, so er tað nakað um hetta. Tá man fer at ferðast, ynskir man gjarna, at tað skal verða munandi betri veður, har man fer. Serliga tá vit fara frá okkara váta og illfjøskuta landi í annað land, har tað næstan bara kann blíva betur. Annars kann man ergra seg at hoyra, at heima í Føroyum hava tey so fantastiskt veður. Og sjálvur er man júst farin frá tí!
Tað er so ofta man lesur í fjølmiðlunum um persónar, ið tosa niður á hvønn annan ella spilla hvønn annan út. Fólk, ið eru innan sama yrki ella í somu støðu, fara alment út at tosa niðrandi um hvør annan ella teirra arbeiði og avgerðir. Úti á Facebook, Instagram, portalum, í bløðum og hvar-veit-eg kanst tú lesa eina rúgvu av útsøgnum og viðmerkingum frá fólki, ið ”vita nógv betri” um, hvussu alt møguligt átti at verði gjørt. Og so rakka tey niður á syndabukkin, ið allarhelst bar seg at eftir bestu sannføring júst tá. Eg veit væl, at almennir persónar eru serliga útsettir, og at hatta ”er bara mátin”, man ger tað. Men er tað í lagi?
Sjálv havi eg sitið í ymsum práti, har tað er blivið tosað um eitt menniskja, ið ikki er til staðar. Tað er blivið sagt ymiskt um viðkomandi, sett spurnartekin við nøkur ting, meiningar og gitingar, komnar nakrar niðurstøður og kanska gjørt gjøldur burturúr. Alt hevur ikki verið so rósandi um viðkomandi. Eg havi viðhvørt tikið lut í prátinum. Eg havi eisini sitið og lurtað, flent við, men ikki vart viðkomandi. Er tað í lagi?
Tá man hevur ein tørv at tosa og skriva neiligt um onnur, er tað tí at man onkusvegna vil hevja seg sjálvan. Eins og veðrið skal vera keðiligt heima, fyri at eg skal merkja stóra munin úti, júst soleiðis taki eg meg betur út, um eg tosi niðursetandi um ein annan, sum er eitt sindur í somu støðu, sum eg sjálv/ur. Eg vísi á feilirnar hjá hinum, so mínir egnu feilir og lýti ikki gerast so sjónlig. Eg havi onkran tørv á at varpa ljós á ringu síðurnar hjá einum øðrum, so eg taki meg væl út. Eisini geri eg meg sjálva meira áhugaverda við at hava okkurt spennandi at fortelja. Hetta gevur í veruleikanum ein ringan smakk í munnin. Sjálvt tá eg í grundini ikki opnaði munnin men bert lurtaði, so hevur man eina ringa kenslu av at sita og hoyra alt hetta keðiliga uttan at verja tann fráverandi.
Summi bløð verða nevnd “Slaturbløð”. Tey bera fram tíðindi, sum gjarna hava funnið gølur o.l. fram um onkran kendan. Tá folk stilla upp til politisk val, so fer onkur at grava eftir onkrum skitnum at heingja viðkomandi út. Og vit menniskju elska at lesa onkra tílíka søgu. Hví er tað so? Verða vit betri menniskju av at hoyra um feilirnar hjá øðrum? Fær tað okkum til at kenna tað sum, at so er tað ikki bara eg? ”Eingin fer væl av, at annar fer illa”, sigur orðatakið!
Í skúlanum læra okkara næmingar: ”Veitst tú einki gott at siga, skalt tú bara tiga!”. Veitst tú ikki hvussu tú skalt verja næsta tín, so far bara út og lat vera við at lurta eftir hesum neiliga prátinum. Lat vera við at lesa tað! Bið heldur fyri báðum pørtum!
Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so at tit vita, hvussu tit eiga at svara einum og hvørjum serstakliga.
Kol. 4,6