Missiónsvikur

Argjafólk skipa fyri missiónsviku í næstu viku

Í døgunum 11.-16. februar er missiónsvika í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum. Lagt verður fyri týskvøldið klokkan 19.30 við møti. Alfred Olsen talar, og Argjakórið syngur. Mikukvøldið talar Hjalmar...

“Eg komi skjótt… halt tí fast, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!”

Í døgunum 9.-16. februar skipar missiónshúsið Tabor á Toftum fyri árligu missiónsvikuni. Skráin er á tremur alla vikuna við fjølbroyttum tiltøkum. Yvirskriftin fyri missiónsvikuna er tikin frá Opinber...

“Eg havi hoyrt um lyklakláran bústað”

Í Leirvík valdu tey sangin “Eg havi hoyrt um lyklakláran bústað” til missiónsvikusang í ár. Signar á Reynatrøð skrivaði tekstin í 2016. Vit hava prátað við Signar og biðið hann siga eitt sindur um søg...

Átta daga missiónsvika á Skála

Skráin fyri missiónsvikuna í Meinigheitshúsinum á Skála byrjar longu sunnumorgunin 2. februar, og tiltøk eru hvønn dag til og við sunnukvøldið 9. februar. Seinastu árini hava tey í meinigheitshúsinum ...

Missiónsvika í Sandavági hesa vikuna

Í annaðkvøld, týskvøldið 28. januar, verður farið undir árligu missiónsvikuna í meinigheitshúsinum Saron í Sandavági, og hildið verður fram til sunnukvøldið. Skráin er henda: Týsdagur 28. januar Kl. 1...

Í Fuglafirði verður missiónsvika alla næstu viku

Thabor í Fuglafirði skipar fyri møtum og øðrum tiltøkum hvørt kvøld í næstu viku, tí tað er missiónsvika. Lagt verður fyri mánakvøldið 27. januar klokkan 19.30, tá Árni Jacobsen úr Leirvík talar og Ha...

Ljóðviðurskiftini á Skála bøtt munandi

- Seinastu tíðina hevur verið nógv arbeitt við at bøta um ljóðviðurskiftini í salinum í Meinigheitshúsinum á Skála. Tað sigur Ingi Hansen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum saman við fleiri øðrum sjálvb...

Týskvøldið byrjar missiónsvikan í Kollafjarðar missiónshúsi

Í næstu viku verður árliga missiónsvikan í Kollafirði. Lagt verður fyri týskvøldið 28. januar, og tiltøkini halda fram alla vikuna. Bønarløta er hálvan tíma áðrenn hvørt møti og drekka er aftaná. Nátt...

Missiónsvikan í Sumba avlýst

Missiónsvikan, sum skuldi verða í Sumba 1.-2. februar, er fyribils avlýst. Tað var stórur vatnskaði í missiónshúsinum í heyst, og umvælingin er ikki liðug enn.

Talarar úr Sundalagnum vitja í Ørðavík um vikuskiftið

Hetta er háárstíð fyri missiónsvikur um landið, og eisini í Bønhúsinum í Ørðavík verður missiónsvika. Møtini verða tvey í tali, leygardagin 25 januar klokkan 20 og sunnudagin 26. januar klokkan 18. Ta...

“Fylg mær” – fjølbroytt missiónsvika í Rituvík

Undir heitinum “Fylg mær” verður missiónsvika hesa vikuna í Rituvík. Skráin er fjølbroytt, við eitt nú náttargudstænastu, møti í kirkjuni og familjukvøldi við døgurða. Lagt verður fyri mikukvøldið 22....

Missiónsvikan í Porkeri er byrjað

Hesa vikuna er missiónsvika í Porkeris missiónshúsi.   Skráin er henda:   Ónskvøldið 15. januar klokkan 20: Katrin Groth Mortensen talar. Robert Thomsen syngur.   Tórskvøldið 16. januar...

Øðrvísi missiónsvika í Leirvík

- Vit royna at lækka gáttina, so vit røkka útum “kjarnufjøldina”. Tað sigur Petur Súni Jacobsen, formaður fyri missiónshúsið í Leirvík, sum saman við øðrum leggur árligu missiónsvikuna til rættis. Onk...

Í Hovi er missiónsvika um vikuskiftið

Møtir verða í skúlanum í Hovi um vikuskiftið, tí at missiónsvika er. Leygarkvøldið 16. november klokkan 20 talar Jógvan Højgaard, trúboðari, og mansbólkurin Tvøroyri/Hvalba syngur. Sunnukvøldið 17. no...

Missiónsvikuskifti í skúlanum í Funningi

15.-17. november verður missiónsvikuskifti í skúlanum í Funningi. Fríggjakvøldið klokkan 19.30 er møti. Árni Jacobsen úr Leirvík talar, og Tofta streingjakór syngur. Eftir møtið verður drekka. Leygark...

Ert tú til reiðar?

KFUM&K í Klaksvík bjóðar hjartaliga vælkomin til eitt ungdómstiltak í kvøld klokkan 20. Á skránni verður nógvur lovsangur, samtala og forbøn. Tey hava gjørt nógv burturúr einum bønarrúmi, sum ein ...

Í kvøld byrjar missiónsvikan í Vík

Avhaldshúsið í Haldarsvík er karmur um missiónsviku næstu dagarnar. Lagt verður fyri í kvøld klokkan 20, og hildið verður fram til sunnukvøldið. Skráin er henda: Hósdagur 7. november Kl. 20.00 Møti vi...

Missiónsvikan í Vági byrjar tórskvøldið

Eisini í meinigheitshúsinum í Vági er missiónsvika hesa vikuna. Lagt verður fyri ‎tórskvøldið klokkan 20, tá Josvein Hovgaard talar, og hildið verður fram restina av vikuni.

Mikukvøldið byrjar missiónsvikan í Miðvági

Frá í annaðkvøld, mikukvøldið 6. november, og restina av vikuni verður missiónsvika í missiónshúsinum í Miðvági. Í ár fáa tey vitjan heilt úr USA. Tað verður Brian Connolly frá "Faith Like Bird Minist...

Hesa vikuna er missiónsvika í Klaksvík

Hetta er tíðin, tá missiónsvikurnar um landið byrja aftur, og hesa vikuna skipar KFUM&K í Klaksvík fyri missiónsviku. Alla vikuna eru møti og onnur tiltøk, og lagt verður fyri við barnamøtum fyrst...

1 2 3